Uttanlands

Talið á smittutilburðum í India farið uppum hálva millión

Tað eru nú bert USA, Brasil og Russland, ið hava staðfest fleiri tilburðir enn India – Samstundis nærkast samlaða talið á tilburðum í øllum heiminum tíggju mió.

New Delhi, India (Mynd: EPA)

New Delhi, India (Mynd: EPA)

2020-06-27 10:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á staðfestum smittutilburðum í India er nú farið uppum hálva mió.

Sambært uppgerð hjá worldometers.info hevur India skrásett fleiri enn 509.000 tilburðir, sostatt liggur landið á einum 4. plássi, tá hugt verður eftir talinum á skrásettum tilburðum. Tað eru bert USA (2,5 mió.), Brasil (1,2 mió.) og Russland (627.000), sum hava staðfest fleiri tilburðir.

Tað er serliga í størstu býunum, m.a. í høvuðsstaðnum New Delhi, at talið á smittaðum er økt nógv.

Sambært Ritzau, hava serfrøðingar heitt á indiska stýrið um at leggja dent á at minka um talið á andlátum heldur enn at avmarka smittuspjaðingina.

Serfrøðingar stúra fyri, at talið á smittaðum verður millum 770.000 og 925.000 longu áðrenn 15. juli.

India hevur higartil skrásett 15.700 andlát í sambandi við koronasmittuni.

Nærkast tíggju milliónum

Um allan heimin eru 9,9 mió. smittutilburðir staðfestir, og talið á andlátum er næstan komið uppá hálva mió (497.000).

Av teimum eru 4 mió. smittað í løtuni, og 99 prosent av teimum hava mild sjúkueyðkenni.

Talið á teimum, ið eru staðfest frísk aftur er 5,3 mió.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder