Uttanlands

Talið á deyðum komið upp á 4.300

Leitað verður framvegis í húsaleivdunum eftir jarðskjálvtan, sum rakti Turkaland og Sýria

Tey leita eftir livandi í húsaleivdunum (Mynd: EPA)

Tey leita eftir livandi í húsaleivdunum (Mynd: EPA)

2023-02-07 07:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meðan bjargingarfólk í nátt hava arbeitt í vetrarkuldanum eftir ógvusliga jarðskjálvtan í Turkalandi og Sýria gjáranáttina, heldur talið á deyðum fram við at vaksa, og er nú komið upp um 4.300.

Turkisku vanlukkumyndugleikarnir, AFAD, boðað nú frá, at almenna talið á deyðum í Turkalandi, er 2.921. Samstundis er boðað frá minst 1.444 deyðum í Sýrialandi. Harumframt eru fleiri túsund fólk, sum hava fingið skaða.

Skjálvtin á 7,8 var tíðliga mánamorgunin millum turkisku býirnar Gaziantep og Osmaniye, umleið 50 kilometrar frá markinum til Sýria.

Fleiri óvgusligir eftirskjálvtar hava síðan verið í økinum.

Heimsheilsustovnurin, WHO, roknar við, at talið á deyðum fer at vaksa munandi hesa komandi tíðina.

Embætisfólk hjá stovninum meta, at upp móti 20.000 kunnu hava latið lív. Men óvissa er um hesar útrokningarnar.

- Tíverri uppliva vit altíð somu gongd eftir jarðskjálvta, nevniliga at talið á deyðum og særdum veksur ógvusliga í døgunum eftir skjálvtan, sigur Catherine Smallwodd, ovasti fyri vanlukkuarbeiði hjá WHO í Evropa, sambært Ritzau.

Bjargingartænasturnar boða frá, at yvir 5.600 bygningar eru rapaðir í Turkalandi og Sýria og tað tí eru fólk í túsundatali, sum ikki hava tak yvir høvdið. 

[object Object]
Tey bíða eftir at sleppa framat til viðgerð á einum sjúkrahúsi í býnum Hatay (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder