Talið á deyðum eftir harða jarðskjálvtan í Marokko er nú komið upp um 2.800, og yvir 2.500 fólk eru komin til skaða, upplýsir marokkanska sjónvarpið.
Miðdepilin á skjálvtanum var í Atlasfjøllunum, umleið 70 kilometrar frá býnum Marrakech. Fleiri fjallabygdir eru javnaðar við jørðina og tað er trupult at koma fram eftir fjallavegunum hjá bæði myndugleikum og hjálparfelagsskapum.
Tí óttast mndugleikarnir fyri, at talið á deyðum fer at vaksa so hvørt, sum hjálpin kemur fram, tí møguleikin fyri at finna fólk á lívi í húsaleivdunum minkar, sum tíðin líður.
Fleiri lond hava bjóða at hjálpa til, men myndugleikarnir í Marokko hava enn ikki sagt ja til øll tilboðini um hjálp. Hetta av ótta fyri, at samskipanin av hjálpararbeiðinum skal gerast ov trupul.
Mohammed VI kongur hevur tó takkað longunum fyri, at tey eru sinnað at hjálpa, skrivar The Guardian.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald