Uttanlands

Talið av flóttafólkum er minkandi

Seinastu dagarnar hevur talið av flóttum ligið undir 50.000 um samdøgrið

Fólk skúgvast á tokstøðini í Odessa fyri at sleppa úr býnum (Mynd: EPA)

Fólk skúgvast á tokstøðini í Odessa fyri at sleppa úr býnum (Mynd: EPA)

2022-03-29 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú talið av fólkum, sum eru flýggjað frá krígnum í Ukraina, nærkast fýra milliónum, so hevur talið av flóttum, sum dagliga koma um markið til grannalondini verið minkandi hesar seinastu dagarnar.

Tað skrivar AP tíðindastovan.

Seinasta samdøgrið komu 45.000 persónar um mørkini og í fýra av teimum seinastu fimm samdøgrunum hevur talið ligið undir 50.000.

Til sammetingar rýmdu yvir 200.000 fólk Ukraina bæði 6. og 7. mars.

- Fólk, ið høvdu sett sær fyri at rýma úr landinum, tá kríggið brast á, flýggjaðu teir fyrstu dagarnar, sigur Anna Michalska, talskvinna fyri pólsku markaløgregluna, við AP.

Hóast minkandi streymin av flóttafólkum, hevur kríggið ført til eina óvanliga støðu. Sambært flóttafólkaumsitingini hjá ST, UNHCR, hevur kríggið í Ukraina elvt til ringastu flóttafólkakreppu í Evropa síðan seinna heimsbardaga.

Poland einsamalt hevur tikið ímóti 2,3 milliónum flóttum, og Rumenia næstan 600.000 síðan Russland leyp á Ukraina 24. februar.

Tær báðar fyrstu vikurnar eftir álopið rýmdu 2,5 milliónir av teimum 44 milliónunum, sum búgva í Ukraina, fyri at sleppa sær undan bumbum og blóðbaði. Seinnu vikurnar er talið av flóttum stórt sæð minkað niður í helmingin, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder