Seinastu tíggju árini eru fosturtøkur í Danmark vorðnar færri í talið- serliga hjá tannáringum. Hetta vísa nýggj tøl frá Sunhedsdatastyrelsen.
DR og TV2 skriva, at í 2008 vóru 6769 fosturtøkur framdar hjá kvinnum undir 25 ár. Tíggju ár seinni var talið 4858. Hjá tannárinum er tað farið niður í helvt uppá tíggju ár: Frá 2937 til 1340.
Sambært Bjarne Christensen, aðalskrivara hjá felagskapinum "Sex og Samfund", er orsøkin, at tey ungu nýta meira og meira fyribyrging - millum annað hormonella fyribyrging, ið danir nýta væl meira enn tey í øðrum Norðanlondum, ið hava væl fleiri fosturtøkur.
Samanlagt hevur talið á framdum fosturtøkum ligið undir 15.000 seinastu árini - í 2008 vóru áleið 17.000. Samlaða talið er tað lægsta síðani frí fosturtøka kom í Danmark í 1973. Í 2017 og 2018 vóru næstan tólv fosturtøkur framdar per 1000 kvinnur í aldursbólkinum 15 til 49 ár. Tað er helvtina minni enn í 1975.
Uttanlands
Talið á framdum fosturtøkum í Danmark alsamt minkandi
Talið er søguliga lágt, og tað er serliga minkandi hjá tannáringum
(Tilvildarlig mynd - dr.dk)
2019-04-06 12:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald