placeholder
Uttanlands

Talið á jólainnbrotum í Danmark væl lægri í ár

Samanlagt vórðu 169 innbrot meldaði teir tríggjar jóladagarnar. Hetta eru 48 færri enn í fjør og eitt lægri tal samanborið við seinastu trý árini

Jólainnbrot er ein keðiligur

Jólainnbrot er ein keðiligur "siður" í Danmark. Tølini hjá Ríkisløgregluni fyri 2024 eru tó ikki so galin - serliga ikki um man samanber við tey seinastu trý árini

2024-12-27 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein heldur keðiligur jólasiður í Danmark er eitt hægri tal á innbrotum, enn hvat tað til dømis er eitt vanligt vikuskifti.

Ein orsøk er, at so nógv fólk ikki eru í sínum heimi men eru aðrastaðni og vitja og gista um jólini.

Tølini hjá Ríkisløgregluni fyri 2024 eru tó ikki so galin - serliga ikki um man samanber við tey seinastu trý árini.

Hetta skrivar tv2.dk.

Tølini eru lækkandi:

2021: 218 
2022: 198
2023: 227
2024: 169

Harvið 48 færri meldaði innbrot enn í fjør og nakað færri innbrot, samanborið við tey síðstu trý árini.

Júst hví tølini eru lægri í ár er ikki greitt. Tey eru galdandi fyri alt landið - 1. jóladag visti DR at siga, at tað lutfalsliga vóru flest innbrot á Fjóni um jólini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder