Uttanlands

Talið av skrásettum tilburðum í Svøríki setur met

Fleiri enn 9.000 korona tilburðir vóru skrásettir í Svøríki í seinastu viku

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-29 17:49 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Talið av skrásettum korona tilburðum í Svøríki var omanfyri 9.000 í seinastu viku, tað er tað hægsta talið av skrásettum tilburðum eina viku síðani smittan byrjaði at breiða seg.

Keðiliga metið í Svøríki kemur somu viku sum WHO boðar frá, at 11 lond í Evropa uppliva vøkstur í talinum av smittaðum.

Samlaða talið av skrásettum tilburðum í Svøríki er sostatt komið uppá 65.137, sum svarar til 636,71 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Talið at skrásettum deyðum við koronasmittuni í Svøríki er 5280.

Sunnudagin fór samlaða talið av skrásettum koronatilburðum í øllum heiminum uppum tíggju milliónir, meðan yvir 500.000 eru skrásett deyð við koronasmittuni.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder