Uttanlands

Talið á smittaðum í Kina næstan komið upp á 12.000

11.791 fólk í Kina hava fingið staðfest coronavirusið, og 259 hava latið lív. Virusið hevur higartil eisini spreitt seg til átta evropeisk lond

Starvsfólk á sjúkrahúsinum í Wuhan, Kina (Mynd: EPA)

Starvsfólk á sjúkrahúsinum í Wuhan, Kina (Mynd: EPA)

2020-02-01 12:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru fleiri enn 2000 corona-tilburðir og 46 deyðsføll afturat staðfest í Kina.

Hetta upplýsir kinesiska heilsumálaráðið í morgun.

Talið á smittaðum í landinum er sostatt komið upp á 11.791, meðan deyðstalið er komið upp á 259.

Eisini eru fleiri tilburðir afturat staðfestir uttanfyri Kina, og mett verður nú, at coronavirusið er staðfest í í minsta lagi 20 øðrum londum.

Virusið, sum sigst at stava frá kinesiska býnum Wuhan, hevur spreitt seg til átta evropeisk lond – Týskland, Frakland, Svøríki, Finland, Ongland, Russland, Italia og Spania.

Orsaka av virusinum hevur Kina stongt eina rúgvu av handlum og øðum støðum, sum draga ferðafólk at sær. Eisini er flogferðslan til og úr Wuhan avmarkað.

Fleiri onnur lond hava boðað frá innferðarforboði úr Kina, m.a. USA, sum í gjár boðaði frá, at útlendingar, sum hava verið í Kina innan seinastu tvær vikurnar, ikki sleppa inn í landið.

TV2 skrivar, at fýra danir vórðu fluttir heim úr Kina í gjár, men at eingin teirra er smittaður. Fleiri onnur verða eisini flutt aftur til Danmarkar úr Kina um vikuskiftið, og verða tey síðani eisini kannaði fyri coronavirusið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder