Uttanlands

Talið av smittaðum í Suðurafrika minkar skjótt

Í landinum har omikron varð staðfest er smittan í stórari minking nú

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-20 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur gingið tann rætta vegin í eina tíð, men nú tykist tað at vera staðfest: Omikron-smittan gongur við ferð niðureftir í Suðurafrika.

Fyri tveimum mánaðum síðani varð nýggja smittandi frábrigdið staðfest í sunnasta landinum í Afrika, men nú tykist smittan at vera hasað av aftur í landinum, sum tá var miðdepulin hjá omikron frábrigdinum.

Serfrøðingar siga við amerikanska miðilin CBS, at talið av smittaðum í Suðurafrika nú gongur niðureftir við eins skjótari ferð, sum tað gekk uppeftir undan jólum.

Tøl frá New York Times vísa eina afturgongd í smittutilburðum á 48 prosent tær seinastu tvær vikurnar, skrivar tv2.dk.

Suðurafrika hevur verið hart rakt av korona. 94.000 fólk eru staðfest deyð. Í landinum búgva umleið 60 milliónir fólk.

- Omikron hevur verið orsøk til bert fimm prosent av deyðstilburðunum undir allari farsóttini, sigur Shamir Madhi, sum er professari í umfarssjúkum við CBS.

Hann vísir ikki aftur, at onnur frábrigdi kunnu koma, men tíðirnar við nógvum deyðstilburðum tykjast at vera av, sigur professarin.

Suðurafrikanskir granskarar staðfestu omikron-frábrigdið av tilvild, meðan tey granskaðu í HIV, sum landið eisini er hart rakt av. Granskararnir vóru ikki pírnir við at deila út av síni vitan, men afturfyri valdi restin av heiminum at steingja fyri øllum flogsambandi til Suðurafrika – nakað, sum fleiri borgarar í landinum hildu vera órættvíst.

Nú bendir á, at góð tíðindi úr Suðurafrika kunnu skapa vón í restini av heiminum, skrivar tv2.dk.

Men tað er tó ikki grund at vera alt ov bjartskygdur. Anthony Fauchi, ovasti ráðgevin hjá amerikanska forsetanum, mælir til varni við bjartskygninum.

Herfyri segði Fauchi, at tað framvegis er ein opin spurningur, um omikron fer at vísa seg at vera endin á farsóttini.

- Eg vóni tað. Men tað hendir bert, um tað ikki koma nýggj frábrigdi, sum skáka sær undan okkara immunverju, segði hann.

Nú lívið er vent aftur í Suðurafrika, er aftur komin gongd í handilin, matstovurnar eru latnar uppaftur og ferðslan koyrir eins og fyrr.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder