Fleiri og fleiri sleppa nú til arbeiðis aftur í Danmark, har dagligdagurin seinastu mánaðirar hevur verið meira og meira sum vanligt hjá teimum flestu.
Sokallað "ledigheden" er nu niðri á 108.600, og tað er tað lægsta síðani korona rakti Danmark fyri 17 mánaðum síðani. Hetta vísa tøl hjá Danmarks Statistik.
Samanlagt komu 20.000 fólk aftur á arbeiðsmarknaðin í mai og juni 2021. Tað eru framvegis yvir 6.000 fleiri tøk, enn tað vóru í februar 2020.
Tað eru serliga tey millum 25-29, ið hava fingið arbeiði, tó at tað er eisini hesin aldursbólkurin, sum er best umboðaðir millum tey tøku. Prosenttalið av kvinnum og monnum í arbeiðsførum aldri, ið bíða eftir arbeiði, eru í báðum førum 3,8.
Uttanlands
Talið av tøkum til arbeiðsmarknaðinum í Danmark lækkar alsamt
Í løtuni bíða 108.600 fólk eftir arbeiði - hetta er lægsta talið síðani koronufarsóttin gjørdi sítt inntriv í danska samfelagið í mars í fjør, og tað er eitt gott tekin, tí fleiri eru sloppin aftur til arbeiðis
Mynd: EPA
2021-07-30 20:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald