Í skrivandi stund er talið á fólki, sum eru staðfest smittaði coronavirusinum 170.185, og 6.525 hava latið lív.
Sambært heimasíðuni worldometers.info, eru 85.879 aktivir tilburðir í løtuni – hetta merkir, at restin hava antin latið lív ella eru vorðin frísk aftur. Higartil er talið á fólki, sum eru komin fyri seg aftur 77.781.
Fleiri lond eru tó givin at kanna fólk, sum ikki vísa álvarsom sjúkueyðkenni, og kann veruliga talið tí vera munandi hægri.
Samlaða talið á skrásettum tilburðum í Norðurlondum er í skrivandi stund 3.563. Av teimum er Noreg tað landið, ið hevur flest tilburðir. Í bæði Noregi og Svøríki eru trý fólk deyð, og í Danmark hevur COVID-19 kravt fýra mannalív.
Býtið av tilburðum er soleiðis:
Føroyar: 18
Ísland: 140
Finland: 244
Danmark: 864
Svøríki: 1.040
Noreg: 1.256
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald