Uttanlands

Talið í Danmark heldur fram at vaksa

Seinasta samdøgrið eru 189 smittutilburðir skrásettir – Hóast fleiri kvinnur enn menn eru smittað við korona í Danmark, eru fleiri menn, ið verða innlagdir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-05 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru 189 nýggir smittutilburðir skrásettir í Danmark – hægsta økingin í eitt samdøgur síðan 22. apríl.

Sambært uppgerð frá Statens Serum Institut eru tilsamans 17.736 tilburðir staðfestir í Danmark, og av teimum eru 627 deyð.

Eingi andlát eru tó skrásett seinasta samdøgrið.

16 fólk eru innløgd, og trý teirra liggja á intensivari deild í respiratori.

Samanlagt eru 2,6 mió. koronakanningar gjørdar í Danmark, og tilsamans 1,8 mió. fólk eru kannað í landinum.

Fleiri menn innlagdir enn kvinnur

Av teimum 17.736 tilburðunum eru 9.602 kvinnur og 8.134 menn. Men hóast fleiri kvinnur enn menn eru smittað, eru meginparturin av teimum, sum verða innløgd, menn. 

2.842 fólk hava verið innløgd við korona í Danmark – 1.350 kvinnur og 1.492 menn.  Millum tey, ið enda á intensivari deild er eisini meginparturin menn, og tað sama er við andlátunum.

Av teimum 627, sum eru deyð við korona, eru 273 kvinnur og 354 menn.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder