Uttanlands

Talsfólk hjá Joe Biden fingið koronu

Jen Psaki hevur ikki sæð forsetan síðan týsdagin, og tá hildu tey frástøðu og høvdu munnbind, sigur hon – Joe Biden varð staðfestur negativur við kanning leygardagin

42 ára gamla Jen Psaki, pressutalsfólk hjá Joe Biden, sigur, at hon hevur mild sjúkueyðkenni (Mynd: EPA)

42 ára gamla Jen Psaki, pressutalsfólk hjá Joe Biden, sigur, at hon hevur mild sjúkueyðkenni (Mynd: EPA)

2021-11-01 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jen Psaki, talsfólk hjá amerikanska forsetanum Joe Biden, hevur fingið staðfest koronu. Tað upplýsir hon sjálv í einari fráboðan.

Tað eru tó fleiri dagar síðani, at hon hevur sæð forsetan, Joe Biden, og tá sótu tey meira enn 1,8 metrar frá hvørjum øðrum, og brúktu tey bæði munnbind, sigur hon.

Joe Biden varð eisini staðfestir negativur við kanning leygardagin. Hann hevur nú fingið trý prik við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech – tað triðja fekk hann í september. Hann verður eisini kannaður aðruhvørja viku eftir áheitan frá lækna hansara.

Jen Psaki upplýsir, at hon eisini er koppsett fyri koronu, og at hon hevur mild sjúkueyðkenni. Orsøkin til, at hon boðar frá, at hon er staðfest positiv fyri koronu er meginreglan um gjøgnumskygni, sigur hon sambært Ritzau.

Í farnu viku luttók Joe Biden á G20-toppfundi í Rom, og luttekur hann í løtuni á ST-veðurlagstoppfundinum COP26 í Glasgow. Jen Psaki tók avgerð um ikki at fara við honum, tí ein persónur í hennara húski varð staðfestur smittaður við koronu.

Jen Psaki hevur verið í sóttarhaldi síðan mikudagin, og varð hon staðfest negativ við fleiri kanningum, áðrenn hon varð staðfest positiv í gjár.

Tá hon hevur verið í sóttarhaldi í tíggju dagar og er staðfest negativ aftur, ætlar hon at fara aftur til arbeiðis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder