Uttanlands

Talsfólk: Navalnyj átti at verið leyslatin í fangabýti

Aleksej Navalnyj og tveir amerikanskir fangar skuldu eftir ætlan leyslatast í býti fyri russiska drápsmannin, Vadim Krasikov, sigur talsfólk hjá russiska andstøðinginum

Mynd av Navalnyj uttanfyri russisku sendistovuni í Berlin (Mynd: EPA)

Mynd av Navalnyj uttanfyri russisku sendistovuni í Berlin (Mynd: EPA)

2024-02-26 16:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski andstøðingurin Aleksej Navalnyj varð dripin, tí hann stóð til at verða leyslatin í fangabýti.

Tað sigur Maria Pevtjikh, talsfólk hjá Navalnyj í sjónbandi, sum varð lagt á YouTube í dag.

– Navalnyj skuldi leyslatast saman við tveimum amerikonskum fangum í býti fyri russiska drápsmannin, Vadim Krasikov, sum hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing í Týsklandi, sigur hon.

Pevtjikh vil vera við, at russisku myndugleikarnir hava dripið Navalnyj, men tað vísir russiska stýrið aftur.

Sagt verður, at samráðingarnar um fangabýti skulu hava varað í tvey ár, og átti hann eftir ætlan at verið leyslatin ein av komindi døgunum, men 16. februar varð boðað frá, at Navalnyj var deyður í arktisku fangaleguni, har hann sat inni. Á deyðsváttanini stendur, at hann doyði av natúrligum ávum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder