Innanlands

Talufrælsi, føroysk samfelagssøga og átuligt ókrút

Bókadagar 2023 verða í døgunum 17. - 19. november í Norðurlandahúsinum. Nógv eru komið á skránna nú

Við støði í bók sínari, Kampen om ytringsfriheden, fer Heini í Skorini at greiða frá stríðnum fyri talufrælsi kring heimin. Bókin hevur fingið sera nógva umrøðu og góð ummæli í Danmark

Við støði í bók sínari, Kampen om ytringsfriheden, fer Heini í Skorini at greiða frá stríðnum fyri talufrælsi kring heimin. Bókin hevur fingið sera nógva umrøðu og góð ummæli í Danmark

2023-10-31 21:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rithøvundasamrøður, fyrilestrar, yrkingaupplestur, verkstovur, bókaframløgur og mangt annað. Bókadagarnir eru eitt árligt afturvendandi tiltak í Norðurlandahúsinum, sum verður fyriskipað í samstarvi við m.a. føroyskum forløgum og felagsskapum.

- Her koma vit heilt tætt at tí góðu søguni, fáa nýggja vitan úr bókmentaheiminum og kenna nærleikan, sum fæst við at lesa eina góða bók.

Í ár eru talufrælsi, føroysk samfelagssøga og átuligt ókrút millum evnini. Bókadagar 2023 verða í døgunum 17. - 19. novembur. Á skránni eru millum annað rithøvundaprát, framløgur av bókum og nógvum øðrum.

Stríðið um talufrælsið
Hví stríðist demokratiski parturin av heiminum fyri talufrælsi? Hví er talufrælsi so avgerandi, og er nøkur vón at hóma í øllum stríðum í heiminum í dag?

Hetta og nógv annað fara vit at hoyra um í Norðurlandahúsinum 18. november, klokkan 12, tá Heini í Skorini vitjar Bókadagar 2023. Við støði í bók sínari, Kampen om ytringsfriheden, fer hann at greiða frá stríðnum fyri talufrælsi kring heimin. Bókin hevur fingið sera nógva umrøðu og góð ummæli í Danmark, har bókin er serliga aktuel í løtuni, tí danska stjórnin hevur skotið upp, at tað verður bannað at brenna koranina. 

Ævisøgan hjá Sannu Dahl
Søgan um Sannu Dahl er søgan um gentuna úr Vági, ið nam sær útbúgving sum lækni í fyrru helvt av 20. øld, og sum seinni var við til at menna føroyska sjúkrahúsverkið sum fyrsti føroyski røntgenlæknin.
Bókin um Sannu er samstundis ein lýsing av, hvussu føroyska samfelagið hevur ment seg seinastu hundrað árini, bæði hvat viðvíkur mentan, útbúgving, samferðslumøguleikum, sjúkrahúskervi og tøkni. Rithøvundarnir, Flóvin Tór Nygaard Næs og Martin Næs, vitja Bókadagar, 18. november, kl. 14, tá teir fara at leggja bókina fram og tosa við Sannu Andrassardóttir um bókina. Sanna er ommudóttir Sannu Dahl.

Góðkrút
Fleiri stríðast við at lúka tað burtur. Onnur eta tað. Ókrút. Disa Christiansen, Hansa Christiansen og Joan Sørinardóttir vitja Bókadagar 19. novembur, kl. 18, tá tær fara at leggja bókina, Góðkrút, fram. Í bókini kunnu vit lesa um, hvussu vit kunnu gera ókrút og annað til vælsmakkandi mat og djús. Smakkiroyndir verða boðnar teimum vitjandi.

Rithøvundasamrøður
16. novembur, kl. 17, sum upphiting til Bókadagar, fær Norðurlandahúsið vitjan av víðakenda íslendska rithøvundanum, Jón Kalman Stefánsson, sum fer at siga frá sínum tríbókaverki Himmal og helvitiHarmur einglanna og Hjarta mansins, og tá Bókadagar veruliga eru byrjaðir og komið er inn í vikuskiftið, vitja Katrin Ottarsdóttir, Rakel Helmsdal, Kim Simonsen, Vónbjørt Vang og fleiri aðrir rithøvundar. M.a. fer norski rithøvundurin Arne Svingen at siga frá, hvussu hann skrivar til dreingir, og Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir leggja fram Føroysk Bókmentasøga II, sum tær hava latið úr hondum.
H.N. Jacobsens Bókahandil selur bøkur.

Skráin fyri Bókadagar verður dagførd so hvørt og sæst her.

[object Object]Kendi íslendski rituhøvundurin Jón Kalman Stefánsson

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder