Mentan

Tamara fær góð skoðsmál á Roskilde

- Tað líktist kensluni av eini nýggjari r’n’b-stjørnu, heldur ummælari

Tamara á G!-festivalinum í fjør (Savnsmynd: Joe Miller / G! festival)

Tamara á G!-festivalinum í fjør (Savnsmynd: Joe Miller / G! festival)

2024-07-02 10:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska rhytm & blues sangarinnan Tamara Malena Mneney fær góð ummæli eftir framførslu sína á einari nógvu undankonsertunum undan sjálvum Roskilde Festivalinum, sum verður um vikuskiftið.

Tamara framførdi á Gaia pallinum seinnapartin í gjár.

Og framførslan varð væl móttikin. “Det lignede følelsen af en ny dansk r’n’b-stjerne”, skrivar miðilin Soundvenue, og hevur hug at sammeta føroysku sangarinnuna við afrikanskum rótum við Billie Eilish.

Tamara fær fýra av seks stjørnum frá ummælaranum.

Alt ummælið kann lesast her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder