Tað var Tamara, sum fór við sigrinum, tá ársins umfar av Sement tónleikakappingini var á skránni leygarkvøldið.
Tiltakið varð hildið í Reinsaríinum, og tað var Margarinfabrikkin, sum skipaði fyri.
Upprunaliga var ætlanin, at Sement 2020 skuldi vera í apríl, men orsakað av covid-19 varð tiltakið útsett. Um vikuskiftið var kappingin so endiliga á skránni, og vinnararnir vórðu kunngjørdir í gjárkvøldið.
Á 3. plássi var Oddur Joensen Kvartet, og á 2. plássi var Djari.
Í dómsnevndini í ár vóru Greta Svabo, John Egholm og Knút Háberg Eysturstein, og tað var ein samd dómsnevnd, sum avgjørdi, at Tamara skudli hava 1. plássið.
– Minimalistiskt. Gjøgnumført. Sannførandi. Charmerandi. Catchy, segði dómsnevndin m.a. um framførsluna hjá Tamaru.
Sum vinnari fær Tamara tríggjar dagar í Studio Bloch við tøkningi.
Eftir at hava vunnið kappingina, fór Tamara á pallin at framføra enn einaferð. Framførslan sæst niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald