- Tað er ikki størri vandi at vitja strondina í Løkken enn tað er at fara ein túr eftir Stroynum í Keypmannahavn.
Soleiðis skrivar Hjørring kommuna í Norðurjútlandi í tíðindaskrivi í dag nú tað er staðfest, at smittuvandin ikki er størri í Hjørring kommunu enn hann er í øðrum donskum kommunum.
Eftir at tað herfyri varð staðfest koronasmitta áeinum røktarheimi í kommununi, hevur Hjørring verið eitt tað staðið við mestari smittu í Danmark.
Men nú er støðan ”normaliserað” aftur.
Tí tekur kommunan nú tiltøkini aftur, sum vórðu sett í verk, tá smittan blómaði upp á røktarheiminum.
Hetta merkir, at frá næstu viku verður aftur møguleiki at vitja búfólkini á røktarheimunum uttandura.
Men herdu tiltøkini verða tó framvegis galdandi fyri heimið, ið eitur Vendelbocentret, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald