Innanlands

Tann fúli, tann fróði og tann fólkakæri á Reinsarínum

Sprotin skipar fyri útgávutiltakinum Orð & Tónar týskvøldið

2019-10-24 09:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Martin Joensen fekk sín fyrsta sang út í 1976. Carl Johan Jensen fekk sínar fyrstu yrkingar út í 1977. Jóanes Nielsen fekk sínar fyrstu yrkingar út í 1978.

Nú eru teir 62 og 66 ára gamlir, og hava lagt sínar sjónsku slóðir eftir seg í føroyskari mentan. Teir hava ótroyttiliga skapt okkum nýggj verk í 40 ár. Teirra seinastu koma út 29. oktober.

Jóanes fór longu sum heilt ungur út um nógv stik, sum stóðu um tað, ið ikki kundi vera skrivað á føroyskum. Tað fúla var stikað inni. Men í Jóanesar tekstum fóru fólk at fáa sær eitt lítið, og fisan slapp í øllum sínum veldi inn í bókmentirnar. Jóanes flutti stikið og rúmkaði okkum ræsurnar.

Carli varð hin háfloygdi, sum lyfti bókmentirnar upp í nýggjar hæddir. Hansara listarliga hegni, sum gevur málinum hetta serliga flogið, ger, at tekstirnir ikki eru øllum so lættir at sodna. Carli er eyðsýniliga sín egin í stíli, orðavali, evnisvali – og hann er eirindaleysur. Carli lyfti okkum upp úr gerandisligu svasssuppuni og rúmkaði okkum málsligu ræsurnar.

Martin varð okkara nútíðar Hans Andrias. Hann var og er tann stilli heimspekingurin, sum sigur tað, vit øll skilja, beint og neyvt við einum sjaldsama beinraknum og nýskapandi orðavali. Orðlistaverkini, ið flestu okkara duga uttanat, leggur hann inn í løg, sum brenna seg inn í hjørtuni og gerast fólkaogn.

Hesir tríggir: tann fúli, tann fróði og tann fólkakæri verða allir á palli í Reinsarínum í Havn 29. oktober.

Bergur Djurhuus Hansen fer í hólmgongu við teir báðar um nýggju bøkurnar, og Martin Joensen fer at syngja fýra av sínum allarbestu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder