Fyri fyrstu ferð, síðan mótmælini byrjaðu í Hong Kong í 2019, eru ómyndigir persónar nú dømdir fyri at "eggja til vápnaða kollvelting".
Fimm tannáringar í aldrinum 15 til 18 ár vórðu í gjár dømdir at sita upp til trý ár í einum ungdómsfongsli, skrivar tíðindastovan Reuters.
Øll fimm persónar, ið vórðu handtiknir fyrr í ár, hava játtað seg sek. Ein 21 ára gamal og ein 26 ára gamal bíða eisini eftir at verða dømdir í sama máli, men ikki er greitt, nær tað verður.
Dómarin ásannar, at eingi prógv eru fyri, at tey hava fingið nakran at fremja álvarslig brotsverk, men møguleikin er har, og so er tað ein vandi fyri sosiala støðufestið og trygdini hjá íbúgvunum í Hong Kong, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald