Ein 13 ára gamal drongur hevur klárað at liva í yvir eina viku í leivdunum frá bygningi, sum rapaði í ógvusliga jarðskjálvtanum í Turkalandi seinastu mánanátt.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Tannáringurin lá undir leivdunum í umleið 182 tímar, áðrenn tað í dag eydnaðist bjargingarfólkum í turkiska Hatay landslutinum at koma honum til hjálpar. Drongurin varð fingin út, lagdur á eina børu og fluttur á sjúkrahús.
Hatay-landsluturin liggur í sunnara parti av Turkalandi, nærhendis markinum til Sýria.
Bjargingin av dronginum er eitt lítið ljóspunkt í ovurstóru vanlukkuni, sum hendir í Turkalandi og Sýria. Yvir 35.000 fólk eru nú staðfest deyð, og talið heldur áfram við at vaksa.
Harvið hevur hesin jarðskjálvtin kostað fleiri mannalív, enn stjóri jarðskjálvtin, sum í 1939 rakti Turkaland. Tá doyðu 33.000 fólk.
Ovastin fyri neyðhjálp hjá ST, Martin Griffiths, segði í gjár, tá talið av deyðum var komið upp á 28.000, at talið helst fór at tvífaldast, tá samanum kom.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald