Uttanlands

Skottilburður í Malmø: Tannáringur latið lív

Ein annar tannáringur er innlagdur við lívshættisligum skaðum

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-11-10 11:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein tannáringur lat í gjár lív í einum skottilburði í svenska býnum Malmø, og ein annar endaði á sjúkrahúsinum við lívshættisligum skaðum.

Sambært DR eru tannáringarnir millum 15 og 18 ár.

Hendingin fór fram nærindis einari pizzamatstovu um klokkan 20 føroyska tíð, og sambært vitnum varð skotið inn gjøgnum vindeygað á pizzamatstovuni. Løgregla og sjúkrabilur vóru skjót á staðnum. Ein varð koyrdur í sjúkrabili, og stutt eftir kom hin eisini á sjúkrahúsið í privatum bili.

Sambært miðlinum Sydsvenskan rýmdu tveir illgrunasamir persónar av staðnum á súkklu.

Um somu tíð varð boðað frá einari spreingin í miðbýnum í Malmø, men tá var eingin fólkaskaði. Tó hevði ein bilur fingið nakað av skaða, og svenska løgreglan er í ferð við at kanna leivdirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder