Uttanlands

Tannkjøtsbruni kann hava Alzheimers við sær

Ein nýggj kanning vísir samanhang millum tannkjøtsbrunan parodontitis og demenssjúkuna Alzheimers.

Mynd: Visualhunt

Mynd: Visualhunt

2019-01-30 23:46 Author image
Elisa Vang
placeholder

Aftrat pínu og stórar rokningar, so vísir nýggj ameriknsk gransking, tannkjøtsbrunin paradontitis (paradentosa), sum nógv fólk líða av, í ávísn mun hongur saman við demenssjúkuni Alzheimers.

Tað skrivar dr.dk á heimasíðu sína í dag.

Kanningar hava fyrr víst á hendan samanhangn. 

- Hetta er tann higartil mest umfatandi kanningin av sínum slagi, sum spennir heilt frá royndarglasi til læknastovur, sigur Peter Riis Hansen, sum er hjartalækni á Universitetinum í Keypmannahavn og fyrrverandi professari á tannlæknaskúlanum.

 

Bakteria ferðast frá munni til heila

Amerikonsku granskararnir hava kannað heilan hjá 54 deyðum Alzheimerssjúklingum. Teir funnu eina bakteriu, porphyromonas gingivalis, í tannkjøtsbrunanum parodontitis, sum kann vera viðvirkandi til, at ein fær Alzheimers.

Kanningar við músum vátta, at bakteriur kundu ferðast frá munninum til heilan. Tær vístu eisini, at tað kveikið, sum bakterian útskilir, gingipain, sum niðurbrýtur tannkjøtið, eisini oyðilegði heilakyknur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder