Innanlands

Tanum skal eita Rescue LÍV

Í løtuni eitur báturin Tanum, men í vár verður nýggja navnið Rescue LÍV. Við nýggju avtaluni er LÍV framvegis høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV

Sára Eysturoy, forkvinna í Havnar Bjargingarfelag og Jan Jakobsen, stjóri á LÍV

Sára Eysturoy, forkvinna í Havnar Bjargingarfelag og Jan Jakobsen, stjóri á LÍV

2020-12-22 06:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tanum varð keyptur fyri tveimum árum síðani, og kom í tilbúgving fyri nøkrum vikum síðani. Tanum avloysir undanfarna bjargingarbátin Rescue LÍV. Hann er nú seldur av landinum.

Stuðuls- og samstarvsavtalan hevur til endamáls at stuðla virkseminum hjá bjargingarbátinum Rescue LÍV og tryggja, at raksturin av bátinum er í tryggari legu.

- Sum lívstryggingarfelag vilja vit ganga á odda og stuðla virksemi, ið kann fyribyrgja vandastøðum. Rescue LÍV loysir eina týdningarmikla uppgávu, ið knýtir seg at einum av kjarnuvirkseminum hjá LÍV, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

- LÍV hevur verið dyggur stuðul hjá Rescue LÍV, líka síðani Rescue LÍV kom til Føroyar fyri skjótt 13 árum síðani. Stuðulin hevur øll hesi árini havt sera stóran týdning fyri virksemið við Rescue LÍV, og fer eisini at hava stóran týdning fyri raksturin av nýggja bjargingarbátinum, sum verður eitt stórt frambrot fyri føroyska sjóbjarging, sigur Sára Eysturoy, forkvinna í Havnar Bjargingarfelag

LÍV hevur verið høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV síðani fyrsti báturin varð keyptur í 2008. Nýggja avtalan er fyri árini 2021 og 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder