Uttanlands

Tanzania: Spreinging í tangabili kravt 57 mannalív

Tey flestu av offrunum vóru í ferð við at savna upp brennievni, sum lak úr tangabilinum, tá vanlukkan hendi

Mynd: The Associated Press

Mynd: The Associated Press

2019-08-10 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 57 fólk hava latið lív orsakað av einari spreingin í einum tangabili í Tanzania.

Vanlukkan hendi í Morogoro, 200 kilometrar frá høvuðsstaðnum Dar-es-Salaam.

Tey flestu av offrunum vóru í ferð við at savna upp brennievni, sum lak úr tangabilinum, sigur lokala løgreglan, sambært Politiken.

Í støðum, har tey flestu royna at bjarga sær sum frægast fyri nakrar fáar dollarar um dagin, er øgiliga freistandi hjá fólkum at savna upp likið brennievni, hóast tað er vandamikið.

Spreingingar í tangabilum, har olja og brennievni er likið úr, hevur áður kravt nógv mannalív í fleiri afrikanskum londum.

230 fólk lótu lív og 196 fingu skaða orsakað av einari spreingin í einum tangabili í Kongo í juli 2010, og 203 fólk lótu lív og 150 fólk fingu skaða orsakað av einari spreinging í einum tangabili í Suðursudan í september 2015.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder