Undirtøkan fyri teimum trimum flokkunum, sum í løtuni skipa stjórn í Íslandi, er nú niðri á 43 prosentum.
Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Fréttablaðið kunngerð í dag. Altingsval verður leygardagin
Sjálvstæðisflokkurin stendur í kanningini at fáa 20,1 prosent, Vinstri/Grønu 10,7 og Framsóknarflokkiurin 12,2 prosent.
Sambært kanningini verður Samfylkingin – íslendski javnaðarflokkurin – næststørsti flokkur á tingi við 14,7 prosentum. Píratarnir, sum í síðstu viku stóðu til at fáa góð 11 prosent, fáa í nýggjastu kanningini undirtøku frá 13,1 prosentum, meðan Viðreisn fær 9,3 prosent.
Sósialistarnir fáa 6,9 prosent, Miðflokkurin 6,6, Flokkur fólksins 5,2 og Frjálslyndi lýðæðisflokkurin 1,1 prosent.
Kanningin varð gjørd í døgunum 17. til 21. september og byggir á svar frá 1.244 veljarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald