Innanlands

Tapini hjá føroysku peningstovnunum ikki stór í 2020

Tapini hjá føroysku peningastovnunum øktust í 2020, men vóru ikki størri enn, hvat tey í miðal hava verið seinastu fimm árini, sigur Landsbankin

2021-05-31 12:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Orsakað av Covid-19 var eitt fall í framleiðsluvirðinum BTÚ í 2020 og tískil er ikki óvæntað, at føroysku peningastovnarnir fóru at hava tap í fjør. Føroyski búskapurin er tó higartil sum heild sloppin væl ígjøgnum stoytin frá Covid-19, og tað sæst aftur í tapunum hjá føroysku peningastovnunum.

Tapini øktust í 2020 í mun til árið fyri, men tapini vóru ikki størri í 2020, enn tað tey í miðal hava verið seinastu fimm árini. Staðfestu tapini vóru í 2020 0,2% av samlaðu útlánunum og veðhaldunum hjá føroysku peningastovnunum tilsamans.

[object Object]

Tapini vóru serliga stór í 2010, og hesi stava einamest frá tapunum hjá táverandi Eik banka. Eik banki varð yvirtikin av Finansiel Stabilitet í 2010. Tapini vóru somuleiðis stór eftir bankakreppuna í 90’unum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder