Í morgun fór kórið Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson á konsertferð til London og Cambridge.
Tann fyrsta konsertin er í 900 ára gomlu St. Marylebone Parish Church. Nógv kend fólk hava havt tilknýti til St. Marylebone kirkjuna ígjøgnum tíðina, og fleiri av teimum so sum Lord Byron, Charles Dickens, Mary Seacole og Florence Nightingale, eru avmyndað á vovnu veggjateppunum í kirkjuni.
Á skránni eru nøkur kend verk úr renaissansuni eftir bretsk tónaskøld, men fyri tað mesta verður skráin føroyskur tónleikur.
Hesi stykki eru útvald soleiðis, at lurtarin fær innlit í, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum. Tónaskøldini eru Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson, Stephen Wilkinson, sum var hálvur føroyingur og pápi kórleiðaran Bernharður Wilkinson og so Anne Mette Greve Klemensen, sum syngur sopran í kórinum.
Konsertin í St. Marylebone Parish Church verður í kvøld, týskvøldið 4. juni klokkan 18.
Á grundlógardegnum í morgin er Tarira boðin á donsku sendistovuna í London at syngja í samband við at danska grundlógin verður 175 ár. Nógv spennandi er á skránni. Til hettar høvið fer Tarira at syngja “Drop, drop slow tears”, eftir bretska tónaskaldið Orlando Gibbons, ið livdi frá 1583 til 1625. “Græsset Grønnes” sum Kári Bæk hevur skrivað til yrking eftir William Heinesen og “Føroyar mín móðir”, yrking eftir Pól F. Joensen og lag Knút Olsen.
6. juni gongur leiðin til Cambridge, har konsert verður í Downing Place United Reformed Church kl. 19.30. Konsertskráin er tann sama sum í London.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald