Kórið Tarira, undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, gevur út stak lagið ‘Sonnet LXX’ eftir Tróndi Bogassyni á 50 ára degi hansara 5. apríl 2026.
Tarira bíleggur javnan verk frá frá føroyskum tónaskøldum, og vil á tann hátt gera kórrepertoirið í Føroyum meira fjølbroytt, áhugavert og viðkomandi fyri komandi ættarlið av kórsangarum og tónaskøldum.
Í samband við Shakespear verkætlanina hjá kórinum í 2016, tá 400 ár vóru liðin síðani deyða Shakespears, bílegði Tarira fleiri verk frá føroyskum tónaskøldum og ‘Sonnet LXX’ var eitt teirra.
Tarira hevur givið út eina heildarútgávu, ‘Døgg’, í egnum navni og hevur harumframt luttikið á fleiri øðrum útgávum, m.a. ‘Mai-mynd’, sum eru sangir eftir Knút Olsen og ‘Fljóðir av ljósi’, sum eru verk eftir Kára Bæk og saman við Teiti, sum kórið í fleiri førum hevur samstarvað við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald