Mentan

Tarira í Hoyvíkar kirkju

Í kvøld klokkan 20 fer kórið TARIRA at hava konsert í Hoyvíkar kirkju – Á skránni er føroyskur kórtónleikur, umframt renaissansutónleikur

2024-05-29 09:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld klokkan 20 verður konsert við TARIRA í Hoyvíkar Kirkju.

Á skránni er føroyskur kórtónleikur, umframt renaissansutónleikur. Føroysku tónaskøldini eru Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson og Anne Mette Greve Klemensen.

TARIRA, eitt kamarkór við staðseting í Tórshavn, var stovnað í 2002 og telur kórið 20 sangarar, ið hava drúgvar royndir sum kórsangarar og innan tónleik yvirhøvur.

Kórið setur stóra æru í at bíleggja nýggj verk frá føroyskum tónaskøldum og á tann hátt gera kórrepertoirið í Føroyum meira fjølbroytt, áhugavert og viðkomandi fyri komandi ættarlið av kórsangarum og tónaskøldum. Kórið hevur eisini lagt stóran dent á at fara út um landoddarnar at framføra føroyskan tónleik og vísa á, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum.

TARIRA vann heiðurin sum Føroya besta kór á kórfestivalinum, sum varð hildin í Varpinum í apríl í ár, og 4. - 8. juni fer TARIRA á konsertferð til London og Cambridge.

Konsertskráin er fyri ein part samansett av renaissansutónleiki. Umframt renaissansutónleik, er føroyskur tónleikur eisini á skránni. Hesi stykki eru útvald soleiðis, at lurtarin fær innlit í, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder