Í norðurkoreanska landslutinum Suðurhwanghae eru í minsta lagi 800 familjur brádliga vorðnar raktar av tarmsjúku.
Tað boða norðurkoreanskir statsmiðlar frá í dag sambært DR.
Talan kann, sambært suðurkoreanskum miðlum, vera um kolera ella tyfus.
Norðurkorea er longu undir stórum trýsti orsakað av bæði matvørutroti og koronu.
Í mai varð undantaksstøða lýst í Norðurkorea eftir at landið fyri fyrstu ferð, síðan korona byrjaði at gera um seg fyri góðum tveimum árum síðani, váttaði at hava staðfest smittuna í norðurkoreanska samfelagnum.
Í kjalarvørrinum á nýggja sjúkuútbrotinum eru tiltøk sett í verk. Talan er eitt nú um sóttarhald, kanning av borgarum og serliga viðgerð og eftirlit við teimum, sum eru serliga sárbær – børn og eldri fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald