Heimskenda amerikanska poppstjørnan, Taylor Swift kemur til Danmarkar. Hon verður nevniliga eitt av høvuðsnøvnunum á Roskilde Festivalinum næsta ár.
Tað hava fyriskiparar handan festivalin kunngjørt í dag, sambært donskum miðlum.
Taylor Swift skal framføra á Orange Scene 1. juli 2020, og verður hetta eisini fyrsta konsert hennara í Danmark.
29 ára gamla Taylor Swift fekk sítt stóra gjøgnumbrot við lagnum "Love Story" í 2008, og síðan tá er hon vorðin ein av størstu poppnøvnunum í heiminum.
Les eisini: Taylor Swift hevur størstu inntøku av teimum kendu
Í august gav hon út sína 7. útgávu, "Lover", sum eftir bert 48 tímar hevði selt hálva mió. eintøk í USA, og gjørdi hetta eisini "Lover" til eina av best seljandi útgávunum í ár.
Roskilde Festivalurin 2020 verður í døgunum 27. juni til 4. juli, og verður hetta 50. ferð, at skipað verður fyri hesum festivalinum, síðan byrjað var í 1971.
Roskilde Festivalurin er størsti festivalur í Norðurlondum, og hevur talið á vitjandi ligið yvir 100.000 á hvørjum ári síðan 2009.
Umframt Roskilde Festivalin í Danmark fer konsertferðin hjá Taylor Swift eisini at leiða hana framvið aðrar festivalar í eitt nú Noregi, Fraklandi og Týsklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald