Mentan

TeenStreet: Aftur í ár føroyskur lovsangsbólkur

Sjey dugnaligir tónleikarar, ymsastaðni frá í Føroyum, standa á odda fyri løtunum í stóru høllini

Meðan tónleikararnir eru úr ymiskum samkomum úr Føroyum, eru sangararnir Týsklandi, Svøríki og og Fraklandi (Mynd: TeenStreet Føroyar)

Meðan tónleikararnir eru úr ymiskum samkomum úr Føroyum, eru sangararnir Týsklandi, Svøríki og og Fraklandi (Mynd: TeenStreet Føroyar)

2026-08-05 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftur í ár er bólkurin, sum leiðir lovsangin í Mainhall, føroyskur.

Hetta skrivar TeenStreet Føroyar á síðu sínari. Og tað er ein stór uppgáva hjá føroyingunum, er staðfestingin.

- Júst lovsangurin – felagssangurin í stóru høllini – fyllir nógv á leguni. Og spyrt tú tey ungu, hvat tað er, sum teimum kanska dámar eina best við at vera á slíkari legu, so svara nógv av teimum, at tað er lovsangurin.

Meðan tónleikararnir eru úr ymiskum samkomum úr Føroyum, eru sangararnir Týsklandi, Svøríki og og Fraklandi.

Áður hava føroyskir sangarar 

Tónleikararnir, sum spæla við bólkinum í Týsklandi í hesum døgum, eru:
Dávid í Lág bass – og kapellmeisari,
Jógvan Andersen, keyboard
Ólavur Johannesson Elttør, el guitar
Noe Chaparro, el guitar
Benjamin Dalheim Djurhuus, akkustiskan guitar
Alfred Moyell Johansen, trummur
Fríði Bjarkhamar, percussio

Sí fleiri myndir á síðuni hjá TeenStreet Føroyar
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder