Innanlands

TeenStreet: Vanta hjálparfólk og leiðarar

Fyrireikingarnar til ungdómsleguna TeenStreet ganga væl, men tað er enn pláss fyri at fleiri bjóða seg sum hjálparfólk og leiðarar

2021-07-22 19:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga altjóða ungdómslegan TeenStreet verður í skúlanum á Argjahamri 4. – 8. august.

Fyrireikingarnar ganga væl, men enn vænta hjálparfólk og leiðarar.

Nógv verður á skránni á leguni. Serliga eru tað konsertirnar, sum vera í høllini í skúlanum, samanhaldið, og ikki minst persónliga menningin, sum tannáringarnir gleða seg til. Fyrireikararnir hava í mong ár spurt tannáringarnar um hvat er gott og hvat kann gerast betur á legunum. Flestu tannáringar svara, og tað er týðuligt, at persónliga menningin er ovast á listanum yvir góð ting við Teenstreet.

Stóra stuðulsrenningin verður í miðbýnum í Havn seinnapartin, leygardagin 7. august. Meira frættist um hetta ein av komandi døgunum. Men øll kunnu vera við í renningini – eisini tey sum ikki eru á legu.

Talan verður um eitt festligt tiltak við tónleiki, vatni, undirhaldið og nógvari orku frá teimum ungu.

Í løtuni sita fyrireikararnir og seta liðini saman, og seinasta hond verður løgd á stuðulsrenningina.

Nógv útgerð kemur úr Týsklandi. Hendan útgerð skal nýtast til at geva leguni ein altjóða dám, og skal gera so at legurnar kring heimin líkjast.

Set kross í kalendaran leygardagin 7. august, og kom oman í býin kl 14.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder