Løgreglan í Liverpoll hevur latið teir fýra menninar leysar aftur, sum sunnudagin og mánadagin vórðu handtiknir undir illgruna fyri at hava samband við miseydnaða yvirgangsálopið í norðurenska býnum sunnudagin.
Tað skrivar The Guardian.
Samstundis hevur løgreglan sett hóttanarstøðið upp á ‘álvarsligt’, og tað merkir, at stór sannlíkindi eru fyri einum nýggjum yvirgangsálopi, skrivar blaðið.
Ein heimagjørd bumba brast í einum hýruvogni um middagsleitið sunnudagin uttan fyri Liverpool Women’s Hospital. Tað eydnaðist hýruvognsføraranum at sleppa úr bilinum, meðan maðurin, sum hevði bumbuna við sær, doyði í spreingingini.
Bretska antiyvirgangsløgreglan hevur eyðmerkt mannin at vera 32 ára gamli Emad al-Swealmeen. Hann var ikki frammanundan kendur, hvørki av fregnartænastuni ella antiyvirgangsløgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald