Nú kemur Nea Dimokratia til valdið í Grikkalandi. Hetta er greitt, eftir valúrsltini komu í gjárkvøldið og í nátt. Valt var til tingið í landinum, ið er kent sum vøggan hjá demokratinum, og tað var júst flokkurin, við Demokrati í navninum, ið sigraði stórt.
Tað hevur verið nógv órógv í Grikklandi síðani kreppuna fyri beint yvir tíggju árum síðani. Landið er ongantíð komið uppundan, og eingin onnur tjóð hevur størri skuld enn Grikkaland. Arbeiðsloysi er stórt, og ónøgdin í landinum er stór, og tí er tað, sum DR skrivar, ein ógvuliga stór uppgáva sum er fyri framman hjá 51-ára gamla Kyriakos Mitsotakis, sum nú verður forseti. Hansara flokkur gjørdist stóri vinnarin á valinum í gjár.
Nýggju Demokratarnir, sum ikki eru meira nýggir enn so at flokkurin er frá 1974, fekk næstan 40 % av atkvøðunum og fær 158 av 300 tingsessum. Vallutøkan í gjár var lág, tann lægsta síðani kreppuna, tí bert 57 % av teimum, ið høvdu valrætt greiddu sína atkvøðu. Men tað var ikki so stórur ivi um, hvør skuldi koma til valdið, og sum nú skal royna at stýra Grikkaland á rætta kós aftur.
Alexis Tsipras hevur gjørt avtalur um lánipakkar o.a. við ES, men nú eru hann og hansara vinstraflokkur Syriza frávaldir. Nýggi forsetisráðráðharrin er sonur ein fyrrverandi, Konstantinos Mitsotakis, og Kyriakos Mitsotakis segði millum annað í gjárkvøldið, tað koma fleiri íløgur og minni skattur. Hann sigur, at nú skal brettast uppum armar og vøktur skal koma aftur í Grikkalandi.
Uttanlands
Teir nýggju demokratarnir vunnu valið í Grikkalandi
Konservativi flokkurin fær 158 av teimum 300 tingsessunum, og Kyriakos Mitsotakis verður forsætisráðharri
Kyriakos Mitsotakis fegnast saman við stuðlum sínum (Mynd: EPA)
2019-07-08 11:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald