Strandfaraskip Landsins boðar frá, at í samband við at Teistin fer á beding 2. september verða hesar broytingar í siglingini;
- Ternan røkir siglingina á leið 60 (um Skopunarfjørð) og siglir sambært galdandi ferðaætlan.
- Jósup røkir leið 90 (um Nólsoyarfjørð) eftir galdandi ferðaætlan
(Ternan var á beding í juli - Mynd: SSL)
Sam ger farmatúr týs- og hósdagar kl.11:15 úr Havn og 12:15 úr Nólsoy.
Sambært SSL tekur arbeiði væntandi umleið tvær vikur. Miðjað verður eftir at hava Teistan í sigling aftur mánadagin 16. september
Jósup, ið gevst við Mykinessiglingini 1.september, hevur loyvi til at føra 88 ferðandi. Tó sleppa ongir bilar við. Tá Ternan var á beding í seinasta mánaði røktu Spógvin og Sildberin Nólsoyarleiðina, og tá var nakað av ónøgd hjá nólsoyingum, tí ov fá fólk sluppu við fleri tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald