placeholder
Innanlands

Teistin fer aftur at sigla um Skopunarfjørð hósdagin

Hetta merkir, at Ternan aftur fer at røkja siglingina um Nólsoyarfjørð

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-22 16:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin 25. juni byrjar Teistin aftur í sigling á leið 60 og 61 og fer at sigla sambært galdandi ferðaætlan.

Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari í dag.

Teistin hevur verið til 20-ára klassing seinasta mánaðin, og harvið hevur Ternan, sum var til klassing í yvir eitt hálvt ár, røkt leiðina um Skopunarfjørð fyri Teistan.

Ternan fer aftur fast í sigling aftur á leið 90 hósmorgunin 25. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder