Innanlands

Ternan liggur fyribils

Hevur fingið onkran skaða, av stoytinum fyrrapartin. Sambært ssl.fo vera tveir teir næstu túrarnir á upprunaligu ferðaætlanini ikki sigldir

Ternan hevur fingið skaða, eftir at strandfaraskipið rendi á fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Ternan hevur fingið skaða, eftir at strandfaraskipið rendi á fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-28 12:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Túrurin av Havnini kl. 12:30 og úr Nólsoy kl. 13:00 verður ikki sigldur, mikudag 28. februar.

Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari fyri løtu síðani.

Talan er um fyrstu almennu boðini frá stovninum, síðani Ternan stutt eftir klokkan 11 rendi á bryggjukantin á Eystaru bryggju. Hetta var í sambandi við innsiglingina til Havnar.

Les meira: Ternan rendi á land

Tað er ikki greitt, júst hví hetta hendi. Tað er ikki eydnast at fingið fatur á nøkrum hjá Strandferðsluni, sum kann úttala seg, seinasta stóra tíman.

Ógreitt er eisini júst hvat slag av skaða, talan er um. Men ein stórur brestur var, sambært fólkum í økinum, og sum sæst á myndini niðanfyri, so sæst væl á Ternuni, at hon hevur tikið í.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Ternan stendur sum nú er til at sigla aftur klokkan 16.20. Harvið hevur SSL góðan part av seinnapartinum til at hyggja uppá støðuna.

[object Object]
Har strandfaraskipið rendi á um 11-tíðina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder