Innanlands

Teistin siglir eykatúr seinnapartin

Tað vóru ikki stórvegis seinkingar í ferðaætlanini hjá Teistanum, tá Hasfjord fekk maskinbrek á Gomlurætt fyrrapartin – Strandferðslan upplýsir, at ein eykatúrur verður av Gomlurætt kl. 14.30 og úr Skopun kl. 15.05

Teistin (Savnsmynd)

Teistin (Savnsmynd)

2022-09-22 12:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hasfjord fekk maskinbrek, tá hann lá inni við ferjuleguni á Gomlurætt, fekk Teistin ikki lagt at. Arbeitt varð við at fáa Hasfjord sleipaðan útum ferjuleguna, soleiðis, at Teistin kundi leggja at á Gomlurætt, og bert smávegis seinkingar vóru í ferðaætlanini hjá skipinum.

Ætlanin er, at siglingin á leið 60 og 61 í dag, skal verða smbr. ferðaætlan, men Strandferðslan boðar frá, at Teistin siglir eykatúr á leið 60 seinnapartin.

Ein eykatúrur verður sigldur av Gomlurætt klokkan 14.30 og úr Skopun klokkan 15.05.

Til hesar túrarnar ber ikki til at bíleggja pláss umvegis bíleggingarskipanina; víst verður til bilraðirnar í Skopun og Gomlurætt, skrivar Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder