Innanlands

Teistin siglur ikki seinastu túrarnar í kvøld vegna veður

Og seinasti túrur av Gomlurætt er 19.10. Ringa veðrið og veðurforsøgnin hevur eisini aðrar broytingar við sær hjá Strandferðsluni

2021-11-09 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fyri veður siglur Teistin síðsta túr úr Skopun kl. 18:35 og av Gomlurætt til Skopunar kl. 19:10. Síðani verður ikki meiri sigling á leið 60 í dag, týsdag 9. novembur.

Hetta skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari um siglingina á leið 60. Hetta er størsta leiðin, har tað higartil er kunnað um avlýsing vegna keðiliga veðrinum og verðurforsøgnini fyri í kvøld.

Strandferðslan boðar tó á ssl.fo frá, at fyri veður kann væntast, at avlýsingar verða hjá flestu Bygdaleiðum í dag.

Fýra teir seinastu túrarnir um Skopunarfjørð fella burtur í kvøld, og sambært ferðaætlanini og kunningini so er vanligi túrurin av Gomlurætt klokkan 20 framskundaður til klokkan 19.10.

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder