
Strandferðslan boðar á heimasíðu sínari frá broytingum í millum annað ferðaætlainini hjá Teistanum.
- Fyri veður verður síðsti túrur úr Skopun sigldur kl. 18:35 og fráferðin av Gomlurætt kl. 20:00 verður framskundað til kl. 19:10 í kvøld, fríggjakvøld 4. februar. Leið 61.
Samstundis boðar ssl.fo eisini frá, at fyri veður verður túrurin av Gomlurætt klokkan 19:10 og úr Hesti klokkan 19:30 ikki sigldur í kvøld. Harvið steðgar øll sigling um Skopunarfjørð skjótt.
Sí ferðaætlan her
Siglingin hjá Smyrli í morgin er eisini ávirkað av veðrinum:
- Fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7, leygardag 5. februar: Av Havnini kl. 07:00 av Krambatanga kl. 09:30 og síðani av Havnini kl. 21:15. Hetta merkir, at túrarnir av Havnini kl. 16:00 og av Krambatanga kl. 18:30 verða ikki sigldir.
Sí ferðaætlan hjá Smyrli her
Sí veðrið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald