2021-12-29 11:49

Strandferðslan skrivar á heimasíðu sínari, at síðsti túrur hjá Teistanum av Gomlurætt í kvøld, 29.desember, verður sigldur 17.20, og tann seinasti úr Skopun 18:35.
Hetta er vegna trupulleikar við hekkuportrinum á Teistanum, skrivar ssl.fo. Tað merkir, at fimm teir seinastu túrarnir, sambært ferðaætlanini, fella burtur.
Tað ávirkar ikki seinastu túrarnar á leiðini Gamlarætt - Hestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald