2020-01-09 07:18
Eftir nógva vindin í gjár, er skil komin á samferðsluna aftur í flestu økjum.
Tó er Sandoyarsiglingin millum Skopum og Gomlurætt enn darvað.
- Tað er somikið nógv brim í Skopun, at Teistin ikki sleppur út í løtuni, upplýsti ferðslusamskiparin hjá Strandfaraskipum Landsins, Tóki H. Niclasen, fyri útvarpinum í morgun.
Enn ber ikki til at siga, nær siglingin kann takast uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald