Mentan

Teitur Christensen nýggjur høvuðskokkur í Hallartúni á Hilton Garden Inn

Hann tekur yvir eftir Svein Patursson, sum hevur verið høvuðskokkur síðan 2022

Teitur Christensen (Mynd: Hilton Garden Inn)

Teitur Christensen (Mynd: Hilton Garden Inn)

2024-09-03 13:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvørámaðurin Teitur Christensen verður nýggjur høvuðskokkur í Hallartúni á Hilton Garden Inn.

- Eg gleði meg at hitta starvsfólkini á hotellinum og toymið handan matstovuna, sigur Teitur, sum byrjar í nýggja starvinum næsta mánadag.

Teitur er 38 ár og útlærdur kokkur við nógvum royndum úr bæði Keypmannahavn og Føroyum. Teitur hevur millum annað verið souschefur á Cofoco, starvast hjá Madklubben, Nose 2 tail, Fútastovu og øðrum.

Teitur tekur yvir eftir Svein Patursson, sum hevur verið høvuðskokkur í Hallartúni síðani 1. desember 2022. Svein fer í annað starv í fyritøkuni og fer at taka sær av at byrja eina nýggja deild.

- Vit gleða okkum ótrúliga nógv til at fáa Teit í gongd og eru spent at síggja og smakka tað, sum Teitur fer at leggja afturat øllum tí góða vit longu hava. Teitur er ein av dugnaligastu kokkunum vit hava í Føroyum, so vit eru stolt av at kunna knýta ein persón við so høgari fakligheit og nógvum royndum afturat toyminum, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hilton Garden Inn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder