28 ára gamli Teitur Skoubo varð fyri góðum ári síðani fríkendur fyri neyðtøku í landsrættinum, og hann hevur nú fingið 90.450 krónur umframt rentu í endurgjaldi.
Hetta upplýsir verji hansara, Nicolai Berg, fyri danska B.T.
Endurgjald fekk hann fyri teir báðar mánaðirnar hann sat ov leingi í varðhaldi.
Í býarrættinum fekk varð Teitur Skoubo nevniliga dømdur sekur fyri harðskap og neyðtøku. Tá fekk hann hálvt triðja ára fongsul umframt at skula rinda 100.000 krónur í endurgjaldi til órættaðu kvinnuna.
Teitur Skoubo kærdi dómin og í Eystara landsrætti bleiv hann frídømdur fyri neyðtøku, men kortini sekur fyri harðskap. Hetta síðstnevnda fekk hann tríggjar mánaðar fongsul fyri.
Sostatt kundi havnarmaðurin fara heim frá landsrættinum sum frælsur maður, tá hann longu hevði sitið í fimm mánaðir í Velje Arrest.
Hetta merkti eisini, at hann kundi søkja um endurgjald fyri at sita í varðhaldi tveir mánaðir ov leingi. Tað er nú góðkent, og pengarnir eru komnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald