Granskingarráðið: Fríggjadagin 26. juni vardi Teitur Hansen ph.d.-ritgerð sína á DTU Physics.
Ritgerðin ber heitð: "Uncertainty Quantifications for Atomistic Simulations".
Hon er sett saman av trimum vísindaligum greinum og einum samandrátti.
Í stuttum snýr granskingin seg um at menna ein nýggjan hátt at meta um óvissu í teldusimuleringum í tilfarsvísindum (material science).
Tilfarsvísindi verða brúkt til at finna og menna nýtt tilfar innanfyri millum annað hálvleiðarar, katalysu, grøna orkuskiftið og meira. Nýggi hátturin gevur álítandi óvissumetingar og ger tí forsagnir um nýtt tilfar meira álítandi.
Sambært metingarnevndini gevur granskingin hjá Teiti Hansen eitt grundstøði at rokna út, hvussu álítandi elektronbygnaðarrokningar, sum byggja á density functional theory (DFT), eru. Hetta arbeiðið kann sannlíkt broyta, hvussu óvissa verður mett í mongum øðrum torgreiddum skipanum, sum hava stóran samfelagsligan týdning, so sum veðurforsagnum, skipanarlívfrøði (systems biology), elskipanum og øðrum.
Nevndin metti í síni niðurstøðu arbeiðið hjá Teiti vera sera dygt og á høgum stigi. Nevndin væntaði, at úrslitini kunnu koma at hava stóran týdning frameftir.
Vegleiðarar:
Karsten W. Jacobsen, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari, og Thomas Bligaard, professari, hevur verið hjávegleiðari.
Metingarnevnd:
Kristian S. Thygesen, professari á Department of Physics, DTU, formaður
James P. Sethna, professari á Department of Physics, Cornell University, USA
Bjørk Hammer, professari á Department of Physics, Aarhus UniversitetSimone Latini, professari á Department of Physics, DTU, leiddi verjuna.
Sí eisini akademiska vangan hjá Teiti Hansen á Orbit.dtu.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald