Mentan

Teitur liggur ovast á danska iTunes-hittlistanum

Umframt at útgáva hansara "Poetry & Aeroplanes" liggur á 1. plássinum, hevur Teitur eisini tvær aðrar útgávur í top 20 í dag

Teitur Lassen (Savnsmynd)

Teitur Lassen (Savnsmynd)

2019-09-30 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

42 ára gamli føroyski sangarin, Teitur Lassen, er við í TV2-sendingini "Toppen af Poppen", og í gjár varð seinasta sendingin av ársins sesong, sum er tann 9. í røðini, har hini seks luttakarnir skuldu tulka løg hjá Teiti.

Tey løgini, sum vórðu tulkað, vórðu hesi:

Medina: One and Only

Cæcilie Norby: Josephine

Carl Emil Petersen: Syner

Anders Blichfeldt: Looking for a Place

Chief 1: Catherine The Waitress

Kwamie Liv: The Singer

Sigast kann, at luttøkan hjá Teiti í "Toppen af Poppen" hevur vakt ans, tí í dag eru heili tríggjar útgávur hjá Teiti í top 20 á danska iTunes-hittlistanum, umframt útgávan við løgum frá seinasta parti av "Toppen af Poppen".

Í skrivandi stund liggur "Poetry & Aeroplanes" á 1. plássinum, "The Singer" á 12. plássinum, og "I Want to be Kind" á 14. plássinum.

"Toppen af Poppen Synger Teitur" liggur á 9. plássinum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder