
Fríggjadagin varð boðað frá, at landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø hevði skift alt stýrið í Bústøðum út orsakað av vantandi stev og arbeiðslag.
Í nýggja stýrinum, sum í dag hevur havt sín fyrsta fund, sita Regin W. Dalsgaard, Petur Even Djurhuus, Jóhanna Lava Køtlum, Henny á Líknargøtu, og Teitur Samuelsen.
Eftir fund við landsstýrismannin í almannamálum var fyrsti stýrisfundurin, har stýrið skipaði seg við Teiti Samuelsen sum formanni, skrivar Bústaðir í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald