Føroyski realityluttakarin í Danmark, Teitur Skoubo, er at síggja á heimasíðum hjá fleiri donskum miðlum í kvøld. Serliga á heimasíðunum hjá teimum sprøklutu bløðunum so sum Ekstrablaðið, BT og Se og Hør.
Reality Awards 2021 hevur verið í kvøld, og her var 25 ára gamli Teitur Skoubo tilnevndur í trimum bólkum.
Men tað er ikki hetta, sum hevur gjørt, at havnarmaðurin er komin í fokus. Undir tiltakinum kom Teitur í rok við vaktirnar, og tað endaði við at løgreglan kom upp í leikin.
Sum skilst fekk Teitur boð frá vaktunum um at seta seg niður, men tað endaði í roki og við, at hann rakti ein av vaktunum í høvdið við beininum. Paradise Hotel-vinnarin í 2019 varð eftir hetta blakaður út.
Teitur varð eftir øllum at døma ikki handtikin av løgregluni, men er farin av staðnum við hýruvogni.
Høvuðspersónurin fór ikki tómhentur heim kortini, tí faktiskt vann hann tvær heiðurslønir í kvøld. Fyri ársins løtu, tá hann og fyrrverandi unnustan Christel luttóku í Singletown, umframt ársins orrustu við Lenny Phil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald